Páll og Jákup í stríðsvali

Maskinmeistarafelagið heldur aðalfund leygardagin hin 3. mars klokkan 14. Á fundinum, sum verður á Hotel Hafnia, verður stríðsval um formanspostin í felagnum.

Núverandi formaður, Páll Hansen, er soleiðis ikki einsamallur í uppskoti til formann. Jákup Jacobsen hevur nevniliga latið seg stillað upp ímóti sitandi formanni, og tað verður tí aðalfundurin, sum kemur at gera av, hvør situr í sessinum eftir 3. mars.

Myndin er av sitandi formanni í Maskinmeistarafelagnum, Páll Hansen.