Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg, høvdu ein góðan dag í gjár.
Tað eru teir í hvussu so er, púra sannførdir um sjálvir.
Í eitt hálvt ár hava teir treiskast fyri at fáa undirtøku í samgonguni fyri at fara undir Sandoyartunnilin næsta ár og teir hava enntá verið til reiðar at seta samgonguna í vanda fyri at fáa sín vilja, tí teir hava ikki viljað hoyrt talan um, at útseta hann.
Í gjár viðgjørdi samgongan so spurningin um báðar undirsjóvartunlarnar og niðurstøðan var, at nú skal ein nevnd setast við tveimum umboðum fyri hvønn av teimum trimum samgonguflokkunum, umframt landsstýriskvinnuni í vinnumálum, Bjørt Samuelsen og landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Karsteni Hansen.
Nevndin skal vera liðug við sítt arbeiði á ólavsøku, tá ið úrslitið aftur skal leggjast fyri samgonguna.
Enn er ikki avgjørt, hvør annar skal manna bólkin, men tað er rættiliga vist, at teir báðir sandoyartingmenninir, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu vera við í bólkinum.
Grundstøðið undir arbeiðsbólkinum, verður uppleggið hjá landsstýriskvinnuni í vinnumálum, sum vit nema við í hinari greinini her á síðuni.
Og tað loysti seg hjá teimum báðum, Gerhardi Lognberg og Pálli á Reynatúgvu at treiskast um Sandoyartunnilin, tí teir eru rættiliga væl nøgdir við fundin í gjár.
Teir eru báðir samdir um, at teir merktu ein ektaðan vilja í samgonguni til at finna eina semju.
Men Gerhard Lognberg ásannar, at tað leikaði rættiliga hart á og at teir báðir sandoyartingmenninir vórðu lagdir undir hart trýst, tí tað vóru ikki øll í samgonguni, sum eru so heit fyri Sandoyartunlinum.
Hann vil tó ikki nevna nøvn.
Treytaleysa kravið frá teimum báðum sandoyartingmonnunum hevur verið, at farast skal undir tunnilin 1. november næsta ár, soleiðis sum Løgtingið hevur samtykt.
- Men skulu vit finna eina semju, er neyðugt at allir partar sleppa treytaleysum krøvum og tað hava vit sandoyartingmenn eisini gjørt, sigur Páll á Reynatúgvu.
- Tað er neyðugt at hava yvirskot til at finna eina semju, leggur hann afturat.
Men teir staðfesta báðir, at tað kemur framvegis ikki upp á tala at Sandoyartunnilin verður útsettur í fleiri ár.
Hetta merkir, at teir krevja báðir tveir, at skjøtil skal vera settur á Sandoyartunnilin í hesum valskeiðnum.
- Ver ikki svakur, tað er jú tað, sum alt snýr seg um og tí kemur ikki upp á tal at útseta tunnilin í fleiri ár, staðfestir Gerhard Lognberg.
Les eisini greinina: Bjørt noktar at gera báðar undirsjóvartunlarnar ísenn