Páll og Erling á vøllinum

Tveir av ungu føroysku spælarunum í Fremad Amager komu á vøllin í toppdystinum í 2. Deild Eystur um vikuskiftið. Erling Jacobsen hevur onkra ferðina áður roynt seg, og hesaferð slapp Páll Klettskarð eisini framat seinastu løtuna. Fremad Amager spældi ímóti Brønshøj og vann 2-1. Anders Jochumsen skoraði bæði málini hjá Fremad Amager, sum liggur á odda í deildini, nú liðini fara í vetrarfrí.