Páll Klettskarð og Erling Jacobsen skulu fram til summarsteðgin spæla við danska Frem. Tað skrivar heimasíðan bold.dk. Tískil hevur felagið fýra føroyingar í hópinum, har Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen eisini eru sáttmálabundnir.
Seinasta hálvt annað árið hava Páll Klettskarð, Erling Jacobsen og Hans Jørgensen spælt við FC Amager. Tá stóra verkætlanin hjá Toda fór á húsagang hava teir havt frían møguleika at skift í annað felag. Framtíðin hjá Hans Jørgensen, sum í løtuni er skaddur, er framvegis óviss.