Páll Klettskarð og Erling Jacobsen spældu báðir allar 90 minuttirnar, og vóru partur av einum Vanløse-liði, sum hevði bóltin meira enn FCK og teir flestu kjansirnar. Millum annað rakti Páll Klettskarð, sum spældi allan dystin í álopinum, stongina, tá bara fimm minuttir vóru spældir.
Erling Jacobsen byrjaði dystin á vinstra bakki, men varð fluttur fram í vinstru síðu á miðvøllinum, tá tað restaðu 20 minuttir.
Málini hjá FCK vóru av teimum keðiligu, tí tað fyrra var eftir lítið sannførandi verjuspæl og tað seinna eftir eitt sera bíligt brotsspark.
Tapið í dag er tað fyrsta í langa tíð hjá Vanløse. Seinastu átta dystirnar eru teir nevniliga farnir ósigraðir av vøllinum, men ta góðu gongdina hevur FCK nú broytt.
Vanløse liggur eftir hetta umfarið nummar tíggju í deildini.