Páll á odda fyri arbeiðarafeløgunum

Nú samráðingarnar millum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini eru byrjaðar, er tað ikki Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag sum stendur á odda hesaferð. Í hennara stað er sakførarin Páll Nielsen settur.

Hann er kortini ikki ókendur við samráðingar millum hesar partarnar, og er tí, sambært samskiparanum í Samtak, Sonju Jógvansdóttir ein dugnaligur og væl skikkaður samráðingarleiðari.

Onkur kundi freistast at halda, at tað er ein veikleiki, nú tað ikki er ein fakfelagsformaður ið stendur á odda fyri hesum samráðingum.

Men tað er Sonja ikki samd í:

- Nei, tað haldi eg avgjørt ikki. Einasti munurin millum tær undanfarnu og hesar samráðingarnar er í roynd og veru, at Páll stendur á odda. Øll hini samráðingarfólkini eru tey somu.

- Tað er bara ein sum leiðir og fordeilir uppgávurnar. Og tað er so Páll sum skal gera tað hesaferð, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum leggur dent á, at formenninir í hinum feløgunum eisini taka virknan lut í samráðingunum. – Tað er altso ikki bara ein sum tosar.

Fyrsti samráðingarfundurin í hesum umfarinum var mikudagin í farnu viku, og fara tey at sessast við samráðingarborðið aftur í morgin klokkan 13 í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Samráðingarleiðari hjá arbeiðsgevarunum er Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.