Páll liðugur í KÍ

Páll Klettskarð hevur í summar spælt við Vodafone liðnum hjá KÍ, men nú er evnaríki álopsspælarin farin aftur til Danmarkar, har hann tekur miðnámsútbúgving. Páll hevur spælt fyri FC Amager, men nú fer hann at royna seg í Vanløse, sum spælir í 2. deild eystur, veit Bláa Bylgja at siga á heimasíðuni. Páll Klettskarð skoraði tvey mál fyri KÍ, nú hann var heima og spældi fyri barndómsfelagið.