Dysturin ímillum AB og KÍ úti á Vika á Argjum endaði við javnleiki - 1-1.
Málskjúttin hjá KÍ var Páll Klettskarð. Hann var ikki nøgdur við javnleik, tí at klaksvíkingar høvdu ætla sær meira enn hetta.
Seint í dystinum fekk Páll Klettskarð ein sera stóran møguleika at avgera dystin, men Heðin Stenberg, AB-málverji, stórbjargaði royndini.
Hoyr ljóðsamrøðuna frá Rás2 við at trýsta á pílin, sum er niðanfyri myndina.