Páll Klettskarð er ovfarin um heiðurin

Álopsessið hjá KÍ, Páll Klettskarð hevði als ikki væntað at gerast "Ársins Stjørnuskot" í føroyskum mansfótbólti 2012.

 

Umframt, at gerast ársins stjørnuskot, so gjørdist Páll Klettskarð eisini toppskjútti í effodeildini saman við Clayton Soares hjá ÍF. Páll og Clayton skutu 22 mál hvør.

 

Páll Klettskarð leggur herðslu á, at hansara fótbóltsframtíð verður í KÌ.

 

Undir greinini ber til at hoyra samrøðuna Rás2 hevði við Páll Klettskarð fyrrapartin. Páll Klettskarð er staddur í Bretlandi, og tí mátti mamma hansara, Òluva Klettskarð taka ímóti heiðrinum leygarkvøldið.

 

(Mynd: football.fo)