Í sambandi vð stjóraskifti á Føroya Handilsskúla í vár, varð Páll Isholm, deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, settur sum virkandi stjóri á Føroya Handilsskúla fram til 1. september 2011. Í samráð við Stýrið fyri Føroya Handilsskúla hevur Mentamálaráðið gjørt av at leingja setanina við einum ári, skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi í dag.
Tá Sámal í Skorini, rektari á Studentaskúlanum og HF-skeiðinum í Eysturoy 1. apríl 2011 fór í tíðaravmarkað starv í Mentamálaráðnum sum verkætlanarleiðari fyri nýggju gymnasialu útbúgvingar¬skipanini, varð Helga Foldbo, adjunktur, sett at røkja rektarastarvið fram til 1. august 2011. Eisini hennara setan er longd við einum ári, skrivar Mentamálaráðið víðari.
Nú arbeitt verður við at umskipa og samskipa miðmámsskúlaøkið verður mett, at tað er skilabest at leinga fyribils setanirnar við einum ári, skrivar Mentamálaráðið at enda.