Páll Isholm fyribilsstjóri

Reidar Nónfjall verður loystur úr starvinum beinanvegin, og Páll Isholm, deildarstjóri hjá skúlanum á Kambsdali verður virkandi stjóri á Føroya Handilsskúla í Marknagili Tá ið henda vikan er úti, verður Reidar Nónfjall ikki longur stjóri á Føroya Handilsskúla

Hann hevur sagt upp, og stýrið fyri skúlan og Mentamálaráðið halda tað vera rætt, at hann gevst nú 1. mai.

- Eftirsum týðandi avgerðir í næstum skulu takast m.a. í sambandi við fyrireikingarnar til komandi skúlaár, verður mett rættast fyri allar partar, at Reidar Nónfjall verður leysur av stjórastarvinum 1. mai 2011. Reidar verður tó tøkur hjá skúlanum og Mentamálaráðnum fyrstu tíðina at hjálpa til og veita ráð og vegleiðing í tann mun, tørvur er á tí, sigur Mentamálaráðið.

Páll Isholm, ið er deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, verður virkandi stjóri á Føroya Handilsskúla fram til 1. september 2011, tá ið søkt verður eftir nýggjum stjóra.