Skerjing
Sosialurin royndi fyrrapartin í gjár at fáa fatur á Páll á Reynatúgvu, landsstýrismanni, men tað eydnaðist tíverri ikki, hóast vit bæði tosaðu við Almannamálaráðið og ringdu á fartelefonina hjá honum.
Væntandi fáa vit eina viðmerking frá landsstýrismanninum ella aðalstjóranum, Sólju í Ólavstovu, um ætlaðu skerjingina av játtanini til MBF, Meginfelag teirra Brekaðu, til blaðið hósdagin.










