Páll Klettskarð skoraði í kvøld hattrikk í 2. hálvleiki í 6-1 sigrinum ímóti Dinamo Tbilisi. Hann er annar klaksvíkingur, sum skorar hattrikk í Euopa. Tann fyrsti var Olgar Danielsen, sum skoraði hattrikk í seinna hálvleiki, tá ið KÍ á Svangaskarði vann 3-2 ímóti Maccabi Haifa 24. august 1995. Tað var í europeisku steypakappingini.
-Hetta er púra óveruligt. Eg havi ikki orð fyri tí, sum gekk fyri seg her á Tórsvølli, sigur Páll A. Klettskarð, sum er lítið sjálvsøkin, tá ið hann rósar liðfeløgunum fyri uppleggini, sum hann umsetti til trý mál í seinna hálvleiki.
Patrik Johannesen var aftur í kvøld arbeiðshestur. Hann legði aftur í kvøld upp til fleiri góðar málmøguleikar, og so eydnaðist tað honum í seinna hálvleiki at økja til 2-0, sum var sera avgerandi:
-Fyri okkum var hetta sum ein annar dystur. Vit hugsaðu ikki um, at hetta var lið úr felag við stórari siðvenju, og tað gekk jú framúr væl.
KÍ skrivaði søgu, tí hetta er størsti sigur, sum nakað føroyskt felag hevur vunnið í Europa. Men KÍ spælararnir kendust vera so jarðbundir, tá ið teir fegnaðust og fagnaðu sigrinum.
-Nú hugsa vit um dystin ímóti AB, og so fara vit at fyrireika okkum til avbjóðingina í Europa næsta hóskvøld, sigur Patrik Johannesen.