Páll hevur góðar vónir fyri Íslandi

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Í samrøðuni verður eisini nomið við dystin ÍF-B68 4-0

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Páll Guðlaugsson, høvuðsvenjara hjá B68 um tvey ymisk ting.

 

Fyrsti parturin av samrøðuni snýr seg um dystin ÍF-B68 4-0, har Páll Guðlaugsson staðfestir, at tað betri liðið vann. Men hann slær fast, at teir í B68 ætla at koma fyri seg aftur til komandi heimadyst ímóti Skála, sum kann geva B68 møguleikan at hála væl eitt fitt pettið inn á hini liðini í tunga endanum av effodeildini.

 

Seinni parturin snýr seg um møguleikarnar hjá íslendska EM-liðnum, sum týskvøldið klokkan 20 skal spæla ímóti Portugal. Páll Guðlaugsson hevur góðar vónir til dystin, og tippar 1-1. Hann sær eisini góðar møguleikar í, at Ísland kann vinna seg víðari úr bólki F, har Ungarn og Eysturríki eru hini liðini í bólkinum.