Tað hevur gingið væl hjá KÍ og framherjanum, Páll Klettskarð í ár. So mikið væl at KÍ í løtuni er oddalið í Effo-deildini saman við B36, har Páll Klettskarð hevur skotið 8 mál í 11 dystum.
Og í kvøld boðar KÍ frá, at Páll Klettskarð eisini verður at síggja í blá-hvíta búnanum komandi kappingarár.
Umframt tað skrivar felagið, at teir longu nú eru byrjaðir at tryggja sær hópin til komandi kappingarár, so helst vera fleiri sáttmálar longdir nú innan tí næstu tíðina.
KÍ spælir sunnudagin á heimavølli móti TB.