Páll er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann er sonur Onnu Cathrinu, ættað úr Svínoy, og Fríðrik, ættaður úr Kunoy.
Páll er framvegis klaksvíkingur við stóra K, og hann er ofta og vitjar í barnaheiminum mitt í býnum. Sum lítil var Páll nógv úti í Svínoy, og hann vitjar enn har úti minst einaferð hvørt summar, har hann saman við syskjunum hevur summarhús.
26. juni 1967 byrjaði Páll at arbeiða á Strandferðsluni. Tá ið hann byrjaði sum skrivstovumaður á loftinum á Skipshandlinum. Tá vóru ikki so nógv fólk á stovninum, sum tað eru í dag. Páll hevur tí sum starvsfólkaleiðari upplivað stórar broytingar á stovninum, og hann hevur møtt nógvum fólki, ið hava arbeitt har styttri og longri tíðarskeið.
Fyri nøkrum árum síðani var ein gongubólkur stovnaður í grannalagnum í Tjarnarlág, har Páll og familjan búgva. Tað eru menninir í grannalagnum, ið hvørt kvøld ganga ein túr Yviri við Strond. Nakrir eru dotnir burtur úr, men Páll gongur enn trúliga hvørt kvøld.
Tey sum kenna Páll vita, at hann sæst sera sjáldan uttan fyri í túninum, uttan at hann antin hevur ein pensil ella ein hamara í hond. Hetta sæst eisini aftur á húsunum, ið eru sera væl hildin.
Páll fann sær konu av Eiði. 24. juni 1972 giftist hann við Marsonnu Nielsen, og saman eiga tey børnini: Fríðrik, Nikkil og Simonu.
60 ára dagurin verður hildin í heiminum, Tjarnarlág 4, har øll eru vælkomin aftaná klokkan 13 at heilsa uppá Páll og fáa ein góðan bita.