Páll Hansen afturvaldur

Páll Hansen skal eisini næstu tvey árini leiða Føroya Maskinmeistarafelag Páll Hansen er afturvaldur sum formaður í Føroya Maskinmeistarafelag. Á aðalfundinum hjá felagnum bjóðaði fyrrverandi formaðurin í felagnum, Jógvan Nybo annars av, men tá atkvøðurnar vóru upptaldar, fekk sitandi formaðurin Páll Hansen tríggjar ferðir so nógvar atkvøður sum avbjóðarin.

Sjálvt um nógv evni, ið hava við maskinmeistarar og maskinistar at gera, hava verið frammi seinasta árið, so hildu fleiri limir, at felagið átti at gjørt nógv meira vart við seg. Sum dømi var nevnt málið um skerjingarnar á Vinnuháskúlanum, har meiningin hjá Maskinmeistarafelagnum ikki kom nóg greitt til sjóndar.

Og hetta var júst ein av grundgevingunum hjá Páll Hansen yvirfyri aðalfundinum fyri at velja seg aftur. Hann bar fram, at felagið hevur arbeitt, og framhaldandi fer at arbeiða fyri einum sjónligari felag. Millum annað er samstarv fingið í lag við Skipara- og navigatørfelag Føroya um eitt felags limablað, ið skal koma út fýra ferðir árliga.

Tveir av fýra nevndarlimum stóðu annars fyri vali á aðalfundinum. Annar teirra, næstformaðurin Regin Olsen, varð afturvaldur, meðan Ólavur Gunnarsson varð nývaldur í nevndina. Nevndarlimirnir Petur Egholm og Jóan Petur Patursson stóðu ikki fyri vali í ár.

John Højsted er nývaldur tiltakslimur, meðan Eirikur Gunnarsson varð afturvaldur.