Páll Guðlaugsson á Rás2

Frá klokkan 13.10 til 16 sendir Rás2 upptakt til fótbóltslandsdystin móti Eysturríki.

Sjálvur dysturin verður klokkan 16, og upp til dystin verður prátað við fótbóltskøn og -hugað. Vitjað verður hjá áskoðarunum í Bowling-høllini og eisini verður prát við venjarahetjuna frá 1990, Páll Guðlaugsson.