Páll H. Guðlaugsson, KÍ:
Steypakappingin: (vunnu 4-2 ímóti NSÍ)
- Eg eri væl nøgdur. Eg haldi, at tað hevur verið stigandi í okkara betringini frá tí vit byrjaðu. Frægasti dysturin var júst í steypakappingini. Tað riggaði, sum vit hava lagt okkum eftir í venjing. Tað hevur verið nær við og alt tað í landskappingini, men hesaferð gekk tað upp.
Landskappingin: (tvey stig eftir tríggjar dystir)
- Eg eri hampiliga væl nøgdur. Vit høvdu ynskt okkum fleiri stig, men í mun til onnur ár hevur tað gingið frægari. Liðið er rættiliga óroynt og eg vænti at vit koma at menna okkum í hvørjum dysti. Higartil hevur tað heilt týðiliga víst seg, at liðið er í menning, sigur navnframi fyrrverandi venjarin hjá landsliðnum, ið stóð fyri Landskrona-bragdinum.