Í Klaksvík eru tey so væl nøgd við venjaran, at KÍ er í samráðinginar um at leingja sáttmálan. Tað sigur Jóhann Lutzen úr KÍ.
- Vit eru í samráðingum við Páll Guðlaugsson og vit eru áhugaðir í at samstarvið heldur fram, sigur Jóhann Lutzen.
KÍ hevur verið topplið í føroyskum fótbólti í ár, men seinastu vikurnar hevur gingið eitt sindur verri. Hinvegin, so er KÍ framvegis í holt við at endurbyggja felagið eftir niðurflytingina í 2009. Tí er nøgdin stór við fjórða plássið í ár.
- Vit eru væl nøgdir við úrslitiini hjá Pálli higartil og vóna at fáa avgreitt viðurskiftið skjótast gjørligt, sigur Jóhann Lutzen at enda við portalin.










