Páll Guðlaugsson er fremst í Íslandi

Ísland: Og Allan Mørkøre skoraði enn einaferð, tá annað umfar í íslendsku landskappingini varð spælt mánakvøldið

Keflavík, sum Páll Guðlaugsson venur, hevur heilt óvæntað lagt seg á odda í íslendsku landskappingini, nú tvey umfør eru spæld.

Mánakvøldið spældi Keflavík, sum ongan føroyskan spælara hevur á liðnum, ímóti meistarunum, KR, og hesin dysturin, sum var á heimavøllinum hjá KR, endaði við 3-2 sigri til Páll og hansara menn.

Hetta ger, at Keflavík hevur fult stigatal eftir fyrstu tveir dystirnar. Tað hevur Akranesi, har Uni Arge er sáttmálabundin, eisini, men Keflavík hevur betri málmun.

Einasta fótbóltshøllin í Íslandi liggur í Keflavík, og tað er helst viðvirkandi til, at liðið hjá Páll Guðlaugsson er so væl fyri tíðliga á árinum.

Páll hevur vant nógv við sínum monnum í høllini, meðan venjingin hjá øðrum feløgum hevur verið merkt av, at veðrið í Íslandi hevur verið vánaligt langt út á árið.


Allan skoraði aftur

Akranes kláraði akkurát at toga ein sigur í land, tá teir spældu á útivølli ímóti Breiðablik. Sambært íslendsku fjølmiðlunum var álopsspælið hjá Akranesi merkt av, at Uni Arge ikki var við. Tað gekk striltið at fáa hol á, og ikki fyrr enn í seinastu løtu fekk Akranes einasta málið í dystinum við brotssparki.

Uni Arge fær ikki spælt næstu seks vikurnar.

Allan Mørkøre skoraði annan landskappingardystin á rað, tá ÍBV vann dystin móti Stjørnuni 2-0.

Dysturin varð spældur á Vestmannaoyggjunum, og hóast Allan og teir fingu ein mann útvístan stutt eftir hálvleikssteðgin, tá støðan framvegis var 0-0, so vóru tað teir, sum stýrdu dystinum.

Við 10 monnum trýsti ÍBV Stjørnuna, og tá 12 minuttir vóru eftir at spæla eydnaðist at fáa mál. Tað gjørdi Jóhann Møller. Tá fimm minuttir vóru eftir at spæla staðfesti Allan Mørkøre sigurin hjá ÍBV.


Leiftur javnleik

Allan Mørkøre hevur skotið mál í báðum teimum fyrstu landskappingardystunum, og tað er bara ein spælari í Íslandi, sum hevur skotið fleiri mál enn hann. Tað er Guðmundur Steinarsson hjá Keflavík, sum hevur skotið trý mál.

Leiftur, sum hevur fýra føroyskar spælarar á liðnum, var mánakvøldið á vitjan hjá Fylkir, sum spæld javnleik móti ÍBV í fyrsta dystinum.

Hesaferð eydnaðist tað aftur Fylkir at fáa ein javnleik, tí dysturin móti Jens Martini Knudsen og hansara monnum endaði 1-1. Málið hjá Leiftri gjørdi brasiliumaðurin Santos.