Páll gevst í B68

Triði Effo-venjarin fallin

Tofta Ítróttarfelag og Páll Guðlaugsson eru samd um, at samstarvið teirra millum skal halda uppat nú beinanvegin. Páll tók við sum venjari hjá B68 síðsta heyst, tá ið tað beinanvegin varð farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.

 

Hóast B68 hevur fingið nógvar javnleikir, so hevur ikki eydnast at vinna ein dyst enn. B68 liggur aftast í Effo-deildini við sjey stigum. Nú eru nevndin í Tofta Ítróttarfelag og Páll Guðlaugsson samd um, at fara hvør til sítt. 

 

Tað verður Oddur Olsen, sum nú fer at standa fyri besta B68 liðnum. Oddur hevur verið hjálparvenjari og høgra hond hjá Páll Guðlaugsson. Tað er møguleiki fyri, at ein venjari heilt skjótt verður settur aftrat Oddi Olsen, men hetta er ikki komið upp á pláss enn, skrivar B68 heimasíðan.

 

Umframt Páll H. Guðlaugsson, so eru Robert Roelofsen (TB) og Jógvan Martin Olsen (ÍF) givnir higartil í Effo-deildini 2016.