Páll fyri Bjarta

Meðan Bjarti Mohr er í farloyvi, loysir Páll Petersen hann av í býráðnum

TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ

Fyrsta mál á dagsskránni fyri býráðsfundin seinasta hóskvøld, 5. september, var innkallan av tiltakslimi. Bjarti Mohr, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, hevði boðað býráðnum frá, at honum berst frá at røkja starv sítt sum býráðslimur orsakað av øðrum arbeiði.
Í hansara stað er tiltakslimur innkallaður. Tað er Páll Petersen. Tíðarskeiðið hjá Pálli er fyribils avmarkað til 1. oktober, men kann eisini verða longt. Fyri at fáa farloyvi skal Bjarti Mohr vera burtur í meira enn 14 dagar.
Á seinasta kommunuvalið hin 21. november 2001 gjørdist Fólkaflokkurin størsti flokkur við í alt 2.384 atkvøðum, sum vóru 35 fleiri enn næst størsti flokkurin, Sambandsflokkurin, fekk.
Sjálvur gjørdis Páll Petersen 12 atkvøður ov stuttur. Sjúrður Olsen fekk við sínum 183 atvkvøðum fjórða plássið á listanum hjá Fólkaflokkinum og harvið sæti í býráðnum.
Páll Petersen hevur annars eina drúgva fortíð í býráðnum í Havn. Páll hevur verið sterki maður í Kaldbak nógv tey seinastu árini.