Rókur Jákupsson Jakobsen
Klokkan var júst farin av 22 tá ið dyrnar opnaðu. Ein vælsmakkandi grýturættur var settur framm til okkara, meðan vit spent bíðaðu eftir tónleikinum. Har vóru ikki nógv fólk at byrja við - vit mundu vera um 40 tá ið Páll Finnur Páll komu á pallin um 23 tíðina. Spell, tá ið hugsað verður um at har var matur til eini 120 fólk. Men teir løgdu til brots við vælsvingandi lagnum "herbergið", og fólk settust til rættis. Hetta var ein undarlig løta - tónleikurin svingaði væl, men tað var ein nokkso stívur hýrur í rúminum, eins og áhoyrarar ikki ordiliga vistu hvussu teir skuldi uppføra seg. Orkestri og áhoyrarar máttu líka sum í felag finnað útav hvussu formelt ella óformelt hetta tiltakið skuldi vera. Men tað gjørdist skjótt greitt, at hetta ikki var av formellastu tiltøkum, tí tað loyvir hetta slagið av tónleiki slett ikki.
Teir spældu bæði nýtt og gamalt. Ljóðgóðskan var ikki í topp, men hóast tað gjørdist tað til eina hugnaliga løtu við Páll Finnur Páll. Av tí at teirra lyrikkur er altavgerandi fyri tónleikin, var tað sera gott at vit fingu høvi at sita og njóta tónleikin í friði. Og lat tað verða sagt beinavegin, at eg rodnaði tá ið teir grovastu sangirnir vóru spældir. Vit hava ofta lindi til at halda at vit eru harðfør, men tá ið PFP seta sær fyri at vera grovir, tá krimpi eg tærnar. Hjá teimum er alt loyvt - at syngja um pedofilar sum spæla "1, 2, 3 sting inní" er als onki problem fyri hesar ungu menn.
Sjálvur haldi eg, at dygdin í tí nýggjara tilfarinum er væl betri enn tað eldra. Løg sum "Dýr Tíð" og "Rasputin" eru stuttlig og væl skrivaði. Men um tú leitar eftir at hoyra framúr væl spældan og sungnan tónleik, er Páll Finnur Páll nokk ikki ordiliga tað ið tú leitar eftir. Teir spæla fínt, men ikki super væl. Konseptið hjá teimum er bygt rundan um kassaguitar og sang, og restin er har mest fyri at stuðla undir. Ljóðmyndin á Rex líktiskt ikki serliga nógv ljóðmyndini á nýggju fløguni "Førist", men tað er eisini gott at hoyra løgini í eini live-útgávu.
Ein avgjørt styrkja hjá teimum er, at teir onkusvegna upptraðka so "nørdugt". Teir standa allir so fittir og syngja um tey ræðuligasti tingini við einum smíli, og hetta gevur tónleikinum ein ambivalens - á tann góða háttin. Finnur hevur okkurt í síni upptraðkan, sum man bara má elska. Hann uppførur seg sum "enhver svigermors drøm" og hetta riggar ólukkusáliga væl sum mótspæl til sarkastiska tónleikin.
Í seinastuni hava røddir verið frammi um, at kassaguitarin er horvin í tí føroyska tónleikinum, men tað er gleðiligt at hoyra ein bólk sum varveitur kassagutarin so sentralt sum Páll Finnur Páll gera. Løgini eru einføld og hetta gevur áhoyrarunum møguleikan at tralla við.
Veitslan tekur yvir
Tá ið ein konsert verður hildin á einum náttklubba er vandi fyri at tað váttliga elementið tekur yvirhond, og tónleikurin verður goymdur í bakgrundini. Hetta hendi eisini tá orkestrið kom á pallin til seinna settið. Klokkan var sligin "ball" og tískil hoyrdi tú meir til áhoyrarnar enn til Páll Finnur Páll. Tað var sera keðiligt, tí at tekstirnir gjørdist heilt ótýðiligir, og tískil fall tað stuttliga líkasum burtur. Men tað skal sigast, at fólki sum kendi sangirnar frammanundan, sungu dúliga við, og soleiðis bar til hjá okkum sum ikki kenna sangirnar so væl, at fylgja við í teimum ymisku søgugongdunum.
Teir góvust um 2 tíðina, og tá ið eg fór gangandi oman trappurnar var eg eitt sindur keddur av at tónleikurin var órógvaður av fólki í veitsluhýri. Men hetta er kanska eisini væl hóskandi tónleikinum hjá Páll Finnur Páll, tí at hann er skrivaður fyri at undirhalda og at fáa fólk at brosa. Og hetta riggaði heilt væl hjá teimum.
SMS eigur allan heiður til góðar fyri at skipa fyri hesari útgávukonsertini. Vónandi verður hetta endurtikið tá ið aðrir bólkar geva fløgur út, tí at tónleikurin eigur at fáa eitt virðiligt startskot. Eg takki Páll Finnur Páll fyri eina hugnaliga og góða konsert - teirra partur liggur ikki eftir.









