Føroya mest forelskaði tónleikabólkur fer at spæla á Summar Festivalinum í august.
Páll Finnur Páll telist millum heitastu nøvnini millum ung í Føroyum. Bólkurin úr Havn er vorðin landskendur fyri sín lætta og melodiøsa popptónleik.
Argandi tekstirnir eru eisini eitt sereyðkenni hjá bólkinum, men hóast yrkingarnar hjá bólkinum kunnu verða bæði stingandi og argandi, syngja og spæla teir við einum frískum glimti í eyganum.
Framførslurnar hjá Páll Finnur Páll eru framúr góðar, og teir duga sera væl at fáa fólkið við. Tað hava teir víst til stór tiltøk kring landið.
Stóru hittini hjá bólkinum eru sangirnir um Herbergið og Forelskaða Sjónleikaran, men teir hava fleiri aðrar frálíkar sangir, sum tey ungu kenna væl.
Páll Finnur Páll fer í august mánaði at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík. Bólkurin hevði eina framúr góða framførslu í fjør, og teir koma aftur á festivalin í ár at seta sín eyðkenda dám á tiltakið.