Páll Finnur Páll á Reinsarínum ólavsøkuaftan

Sera forkunnug konsert verður vid Páll Finnur Páll á Reinsarínum mánadagin tann 28. juli frá klokkan 20 til 22 Aftaná næstan eitt ár í útlegd er bólkurin aftur á klettunum og sum altíð eru fittu og viðhvørt heldur ónærisligu dreingirnir í bólkinum klárir til eina rimmar konsert.

 

Talan verður um eina rættiliga serliga konsert í PFP-hopi, tí vanliga spælur bólkurin einans til stór tiltok. Pláss er einans fyri umleið 140 áhoyrarum og kann tí sigast, at talan helst verður eina rættiliga intima konsert. Summarfestivalin undantikið, verður hetta helst seinasta framførsla hjá bólkinum í ár.

 

Aftaná eina framúr framførslu á Futt í býin, umframt tvær konsertir á Rex fríggjakvøldið og leygarkvøldið, kann ikki sigast annað, enn at bólkurin er í essinum.

 

Lagt verður tí upp til eitt sera áhugavert kvøld.

 

Atgongumerkini kosta 100 krónur.