Páll Finnur Páll og Martin Joensen á Jóansøkufestivalin

Jóansøkufestivalurin kunngerð nú tveir bólkar aftrat, ið fara at trína á pall í hugnaliga umhvørvinum á havnalagnum á Tvøroyri í summar

Talan er um bólkin Páll Finnur Páll og Martin Joensen.

 

Jóansøkufestivalurin hevur lagt sær fyri, at bert hava føroysk nøvn við í festivalinum. Higartil hevur Jóansøkufestivalurin kunngjørt tvey nøvn umframt Páll Finnur Páll og Martin Joensen, nevniliga Crawling Blue og 200.

 

Fyriskiparar siga, at komandi vikurnar fer festivalurin at kunngera enn fleiri bólkar, sum fara at trína á pall á Jóansøkufestivalinum 2009.