Páll Finnur Páll telist millum bestu poppbólkar í landinum, á tveimum frálíkum útgávum hava teir ríka føroyska sangskattin almikið. Serliga er tað lagið Forelskaður sjónleikari, ið telist millum bestu og best umtóktu føroysku løgini nakrantíð.
3 Colors er nakað so forkunnugt sum ein føroyskur Reggaebólkur. Bólkurin hevur spælt á Margarinfabrikkini og í SMS, og oysa hita og summar í høvdið á áskoðarunum.
Tað er Elin í Stórustovu, ið verður frásøgufólk. Páskakonsertin byrjar kl. 23:30 og atgongumerkini fáast við dyrnar. Bussar koyra í sambandi við konsertina og bílegging fer fram á telefon. Vága- Vestmannaleiðin 21 77 52 og Eysturoyleiðin 59 59 59.