Páll Finnur Páll á konsertferð

Væl dámdi tónleikabólkurin Páll Finnur Páll fer í næstum á eina lítla konsertferð í Føroyum. Tríggjar konsertir eru á skránni hesaferð, og fyrsta konsetin verður longu komandi leygarkvøldið í Hvalba

Hinar báðar konsertirnar verða ávikavist í høllini á Kambsdali leygarkvøldið 15.oktober og í Ítróttarhøllini á Hálsi tann 22 oktober.
Páll finnur Páll spælir góðan og íoyrafallandi poprocktónleik, og tað, sum kanska ger júst hendan bólkin áhugaverdan, er teirra serstøku, óinnballaðu, náðileysu, ósensureraðu, men tó skemtingarsomu tekstir. Onkur hevur tikið soleiðis til og sagt, at »teir eru bara so flovisligir«, men kortini so tykist tað avlíkavæl, sum hvør og ein syngur við, tá ið t.d. »Blottarin« ella »Pedofilurin« er á skránni. Alt annað líka kann eingin pástanda at Páll Finnur Páll er ein keðiligur tónleikabólkur og tað er eisini altíð sera góður stemningur og lív í, tá ið teir eru á palli.
Sjálvt um sera nógvar áheitanir hava verið, so er tað kortini fyrsti ferð at Páll Finnur Páll spæla í Suðuroynni, nú teir spæla í Roynhøllini leygarkvøldið.
Eisini verður diskotek við »nýtt og gott gamalt«. Bussar koyra.