Men eisini tey fittaru løgini verða ivaleyst á skránni, og havnarfólk fáa høvið at syngja við til størsta hittið í nýggjari tíð Forelskaður Sjónleikari, og spurningurin er um takið lyftir seg, tá ein full ítróttarhøll brølar við Hey, hey, gev mær ost uppá breyð...
Konsertin í Havn verður síðsta konsertin á hesum sinni. Eisini verður diskotek við tí allar nýggjasta. Tað er DJ-Markyman sum fer at rokka húsið, sum fyriskiparin tekur til í tíðindaskrivið. Tiltakið byrjar kl. 23:30 og endar kl. 03:30.
Bussamband verður úr Eysturoynni, Vágunum og Vestmanna.Tað ber til at bíleggja pláss á telefon (Vága og Vestmannaleiðin) 21 77 53 (Eysturoyaleiðin) 505220.









