-Argandi og fúlir, men við fittum og íoyrafallandi løgum, finna Páll Finnur Páll pall á G!
Soleiðis skriva fyriskiparar av G! Festivalinum um bólkin, ið júst er kunngjørdur at framføra á festivalinum í summar. Sambært fyriskiparunum hevur tað næstan verið eitt fólkakrav at fáa umtókta bólkin á festivalin. Bólkurin eitur sjálvandi Páll Finnur Páll.
Páll Finnur Páll hevur fyri stuttum givið út nýggja samlingsfløgu og hevur seinasta árið ferðast um alt landið og framført fyri ikki minni enn fullum hølum hvørja ferð.
So væl dámdir eru Páll Finnur Páll, at ein Facebookbólkur, ið hevði sum krav
at fáa Páll Finnur Páll á G! skránna, náddi at fáa útvið 1000 limir upp á
stutta tíð. Tað eydnaðist nú at fáa bólkin at framføra.
Páll Finnur Páll hevur ikki framført á G! síðan 2006. Bólkurin hevur hinvegin framført á øðrum festivalum seinastu árini ? millum annað Summar Festivalin í Klaksvík.