Fríggjakvøldið og leygarkvøldið trína teir vælumtókti tónleikararnir úr Páll Finni Páll á pall í Rex. Til ber eisini at uppliva teir LIVE á Asfalt, sum verður í Vágsbotni. Teir vælumtóktu tónleikararnir úr Páll Finni Páll verður um vikuskiftið at hoyra til ymsar framførslur í Havnini. Fyrst framføra teir á Asfalt tiltakinum, sum í dag er byrja í Vágsbotni í Havn, og síðani verða teir at hoyra bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið í Rex.
Og í samband við nýggja átakið hjá byin.fo, verður tað ókeypis atgongd hvørt fríggjakvøld í summar, og verður hetta eisini galdandi fríggjakvøldið til Páll Finnur Páll konsertina.










