Páll Finnur Páll í danska høvuðsstaðnum

Leygarkvøldið 10. apríl spælir ársins bólkur á Planet Awards í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Páll Finnur Páll hevur tvær ferðir fyrr spælt í sama Føroyahúsið, og báðar ferðirnar var útselt áðrenn midnátt.

- Tað er nakað heilt serligt at spæla fyri útisetum. Teir tykjast vera sera takksamir fyri, at vit tíma at vitja?, sigur Páll Oddur Rubeksen, annar forsangari í Páll Finnur Páll, í einum tíðindaskrivi.

Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at bólkurin spælir uttan fyri landoddarnar og tískil gleða teir seg nógv í bólkinum.

 

Páll Finnur Páll spælir trý sett hetta kvøldið, og konsertin varir langt út á náttina. Við øðrum orðum er ríkur møguleiki fyri at hoyra mongu hittini, bólkurin hevur framleitt seinnu árini, eitt nú Forelskaður Sjónleikari, Herbergið, Mín Russiski Vinur, Grannin, Havsins Ríki og Rasputin.

 

Í steðginum millum settini stendur plátuvendarin B.A.B.Y fyri tónleikinum.

 

Dyrnar lata upp klokkan tíggju og royndirnar siga, at tað loysir seg at vera í góðari tíð, um tú vilt tryggja tær eitt atgongumerki.

 

Tað eru Nice Advice, Tutl, FO Invasion og Føroyahúsið, sum í felag standa fyri tiltakinum.