Páll Finnur Páll eru aftur hesa vikuna ovast á 15 teimum bestu hjá Útvarpinum við sanginum um teirra russiska vin Páll Finnur Páll hava seinastu árini fleiri ferðir gjørt um seg á 15 teimum bestu. Sangir sum Herbergið og Forelskaður Sjónleikari hava verið stór hitt á listanum, og nú er aftur ein sangur hjá Páll Finnur Páll ovast á hitlistanum hjá Útvarpinum.
Mín Russiski Vinur hevur verið á 15 teimum bestu í átta vikur, og fleiri av hesum vikum hevur sangurin ligið nummar 1. Í farnu viku vóru Páll Finnur Páll nummar 2 á 15 teimum bestu, men hesa vikuna eru teir aftur ovast.
Í hølunum á teimum er Eyðun Nolsøe við sanginum Hvønn Dag, sum er tikin av hansara seinastu útgávu, So Nogvar Røddir.