Páll Finnur Páll aftur á klettunum

Um vikuskiftið bjóða Rex og Mentanarhúsið í Fuglafirði til tvær konsertir, við helst tí best umtókta føroyska bólkinum í løtuni, Páll Finnur Páll. Eisini verða teir at hoyra í sendingini hjá Rás2, Hvonn Live. Fríggjakvøldið verður konsert við Páll Finnur Páll í REX, og leygarkvøldið bjóðar Mentanarhúsið í Fuglafirði til dans við bólkinum.

 

Fyrireikararnir boða frá, at bussur koyrir, um nóg nógv teknað seg til tiltakið í Mentanarhúsinum.

 

Sendingin hjá Rás2, Hvonn Live, er aftur á skránni leygarkvøldið í Hvonn, og tá verður eisini prát við menninir í Páll Finnur Páll, eins og teir fara at framføra LIVE á Hvonn og í Rás2.