Páll Fangi vísti Riddaran frá sær

Tað var sera tætt og spennandi. Klaksvíkingar og miðvingar vóru í fantastiskari kapping um fremsta plássið, og Suðuroyarbátarnir, Tvørabáturin og Smyril, vóru í sera tættari kapping um triðja plássið.

Riddarin royndi fleiri ferðir at bjóða av, og onkra ferðina var hann fremstur, men Páll Fangi svaraði aftur, og á málinum var hann skutin frammanfyri Riddaran.

 

1 Páll Fangi 07:17.24

2 Riddarin 07:18.22

3 Tvørabáturin 07:23.11

4 Smyril 07:23.18

5 Strálan 07:26.22

6 Skúgvur 07:33.15

7 Hósvíkingur 07:41.12

8 Jarnbardur 07:49.08

9 Lómur 07:55.19

10 Sølmundur 08:06.11

 

Støðan

1 Páll Fangi 21

2 Tvørabáturin 16

3 Riddarin 15

4 Smyril 14

5 Strálan 8

6 Skúgvur 7

7 Hósvíkingur 2

8 Lómur 1

9 Gongurólvur 0

10 Jarnbardur 0

11 Sølmundur 0

12 Herningur 0