KappróÐur
Jóanes Hansen
6?mannafør kvinnur: Í níti árunum og til og við í fjør vann Jarnbardur seks FM heiti. Í ár hava havnakvinnurnar staðið í skugganum á teimum umborð á Páll Fanga.
Leygardagin tóktist tað eina løtu sum um, at nú vildu tær umborð á Jarnbardi sleppa úr aftur skugganum. Jarnbardur hevði ein framúr góðan start. Tær lupu eina hálva bátslongd framum, og tær vóru næstan leysar, áðrenn tær umborð á Páll Fanga so at siga høvdu stabiliserað seg, hildu tørn og so spakuliga fóru at taka tað, tær høvdu mist aftur.
Tá einir trý hundrað metrar vóra lagdir afturum gekk skjótt hjá Páll Fanga. Á einum tvey hundrað metrum megnaðu tær at vinna tvær bátslongdir soleiðis at skilja, at tær í staðin fyri at vera eina bátslongd aftanfyri vórðu eina bátslongd frammanfyri Jarnbard.
Á málinum var Páll Fangi leysur av Jarnbardi, sum aftur var leysur av Sølmundi og Gongurólvi, ið kappaðust øgiligt um triðja plássið. Ta kappingina vunnu tær í róðrarfelagnum NSÍ, men munurin var sera lítil.
Eingin ivi tykist vera um, at Páll Fangi fer at vinna FM. Tað tykist eisini sannlíkt, at tær fara at vinna allar róðrarnar. Um nakar skal hótta tær, so verður tað Jarnbardur. Spurningurin er, um tær megna at venja treystleikan so mikið, at tær í Sørvági og kanska serliga á ólavsøku fara at megna at geva teimum í Klaksvík ta kappingina, sum tær higartil ikki hava fingið. Men tað fer neyvan at endurtaka seg fleiri ferðir, at Páll Fangi fer at geva so nógv frá sær í startinum.









