Páll Fangi heldur stílin

6-mannafør menn: Gongurólvur helt tørn fyrra partin av teininum, men so var einki at rafla um

Myndin var tann sama, sum hon hevur verið undanfarnu ferðirnar í summar, tá ið tað hevur verið kappast í 6-mannaførum við monnum.

Unga manningin á Páll Fanga vann sera sannførandi sigur. Tá ið hann fór um málið, vóru tað meiri enn tvær bátslongdir aftur til næsta avbjóðaran.

Aftur í dag var tað Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag, sum var næstur Páll Fanga. Hesir báðir bátarnir vóru fyrra partin av teininum borð um borð og ofta stavn um stavn. Gongurólvur var onkra løtuna frammanfyri, so legði Páll Fangi framat aftur, og so svaraði Gongurólvur aftur.

Tá ið gott og væl hálvt málið var rógvið, glapp tað av álvara hjá Páll Fanga, sum við dyggum og munagóðum tøkum av álvara setti kappingarneytan uppá pláss.

Heldur ikki um hini plássini var tað serlig kapping. Tað var leyst millum allar bátarnar.

Úrslitið í dag ber við sær, at Páll Fangi hevur møguleika á vestanstevnu í Sandavági um eina viku at staðfesta FM heitið.

 

1 Páll Fangi 04.59.36

2 Gongurólvur 05.04.42

3 Rádni 05.09.24

4 Lómur 05.14.30

5 Hósvíkingur 05.23.21

 

FM støðan

1 Páll Fangi 35

2 Gongurólvur 29

3 Rádni 26

4 Lómur 19

5 Sølmundur 10

6 Hósvíkingur 3