Páll Fangi fyri fyrstu ferð í átta ár

Burtursæð frá í tveimum róðrum so hava tað síðani 2001 bara verið bátar í høvuðsstaðnum, sum hava vunnið kappróðrarnar millum 6-mannaførini við kvinnum

Eftir at Gongurólvur næstsíðsta leygardag hevði vunnið á Varmakeldu, varð tað undir yvirskriftini Søgan skal ikki endurtaka seg mint á, hvussu tað gekk, tá ið Gongurólvur vann FM í 2003. Ta ferðina vann kvinnu báturin hjá Havnar Róðrarfelag teir fyrstu fimm róðrarnar, og tað var nóg mikið til at vinna FM. Í tveimum teimum síðstu róðrunum tapti Gongurólvur. Á Vestanstevnu var Jarnbardur fremstur, Páll Fangi næstfremstur og Gongurólvur var nummar trý, og á Ólavsøku var Gongurólvur aftanfyri Jarnbard, sum vann.

Sjálvandi ætlaðu tær á Gongurólvi ikki, at gongdin frá 2003 skuldi verða endurtikin í ár. Men í Sandavági leygardagin gekk tað nett soleiðis, sum tað gjørdi fyri seks árum síðani. Hesa ferð var tað Páll Fangi, sum vann, Jarnbardur var næstfyrstur, og Gongurólvur endaði á – sum í 2003 – triðja plássi!

Gongurólvur er framvegis stórur FM favorittur. Spurningurin er, um tað fer at ganga soleiðis á Ólavsøku, sum tað gjørdi í 2003, tá ið Gongurólvur tók ímóti FM skreytinum, meðan annar bátur – ta ferðina var tað Jarnbardur – fór við ólavsøku gullinum.

Hesa ferð var sigurin hjá Páll Fanga sannførandi, hóast tað fyrsta partin av teininum einki var, sum bendi á, at Páll Fangi skuldi fara at vinna. Starturin hjá klaksvíkskvinnunum var einki serligur, og eina løtu vóru tær aftanfyri Jarnbard, Gongurólv og Hvessing.

Men so rørdi Páll Fangi rættuliga upp á seg, og tað leið heilt væl eftir. Jarnbardur og Páll Fangi tosaðust eina løtu um oddasessin, men so glapp hjá teimum úr Klaksvík, og í endaspurtinum var tað ikki so spennandi.

Sigurin hjá Páll Fanga var merkisverdur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin síðani 2001, at Páll Fangi hevur vunnið hesa kappingina. 2001 var framúr róðrarár hjá teimum í Klaksvík, og tá vann Páll Fangi allar sjey róðrarnar og harvið FM heitið.

Síðani tá hava bara bátar úr høvuðsstaðnum vunnið FM: Jarnbardur, Gongurólvur og Lómur. Úrslitini siga, at bátarnir av bygd hava ikki verið serliga eyðsýndir. Gamaní vann Riddarin úr Miðvági FM í 2006, men tað árið vann meistarin bara tveir róðrar – á Norðoyastevnu og á Eystanstevnu. Lómur vann á Sundalagsstevnu og Jarnbardur vann fýra tær seinastu ferðirnar. At tað kortini eydnaðist Riddaranum akkurát at halda Jarnbard aftanfyri seg komst av, at Jarnbardur bara varð nummar fýra í trimum teimum fyrstu róðrunum.

Í Sandavági vóru tað Páll Fanga kvinnurnar, sum fingu steyp og gullkrónur. Fleiri teirra vóru við, tá ið Páll Fangi vann FM fyri átta árum síðani. Sigurin ber mót við sær um at vinna á Ólavsøku, men stríðið um FM heitið tykist vera vunnið at Gongurólvi, sum eftir Vestanstevnu er fýra stig frammanfyri Páll Fanga. Nú er spurningurin, um ólavsøkuróðurin eisini fer at verða endurtøka av 2003, tá ið Gongurólvur seinast vann FM!