Páll Fangi fyri fimtu ferð

Kvinnurnar úr Klaksvík umborð á Páll Fanga hava í dag drigið FM heitið rættuliga tætt upp undir stokkin. Páll Fangi vann fyri fimtu ferð, og nú tað resta tvær kappingar, eru tað sjey stig frá Páll Fanga og aftur til næsta kappingarneytan.

Fyrstu lítlu løtuna gekk tað javnt á, men so fór at síggjast munur á, og tá ið bátarnir fóru um málið, vóru næstan tvær bátslongdir frá vinnarabátinum og aftur til Rádna, sum aftur í dag var næstfremstur, og sum aftur í dag vann trivaligan sigur ímóti Hvessingi í kappingini um næstfremsta plássið.

Nú er bara eitt stig frá Hvessingi og aftur til Rádna á triðja plássi í kappingini um FM.

 

1 Páll Fangi 05:49.09

2 Rádni 05:53.18

3 Hvessingur 05:56.16

4 Riddarin 06:16.05

 

Støðan

1 Páll Fangi 35

2 Hvessingur 28

3 Rádni 27

4 Riddarin 4