Kvinnurnar á Páll Fanga megnaðu aftur í dag at vinna kappróðurin millum 6-mannaførini.
Hvessingur royndi leingi at bjóða av, og tað var ikki fyrrenn á síðstu 200 metrunum, at tað rættuliga tók at dragna ímillum bátarnar, men so var eingin ivi. Páll Fangi var gott og væl leysur av næsta kappingarneytanum, tá ið bátarnir fóru um málið.
Hesa ferð var Rádni meiri enn tvær bátslongdir aftanfyri Hvessing.
1 Páll Fangi 05:12.09
2 Hvessingur 05:15.06
3 Rádni 05:23.17
Støðan
1 Páll Fangi 21
2 Hvessingur 18
3 Rádni 15