Páll er á vøllinum meðan Ken er uttanfyri

Tað kemur illa við hjá TB, at veteranurin í miðverjuni ikki er tøkur

Øll árini, sum Ken Fagerberg hevur verið í Føroyum, hevur hann verið til stórt órógv fyri klaksvíkingar. Bæði tá ið hann spældi við 07 Vestur og ikki minst í fjør, tá ið hann spældi við TB.

Ken Fagerberg verður roknaður at vera fremsta álopsvápnið hjá TB, men hann er skaðadarvaður. Ímóti NSÍ spældi hann síðstu tjúgu minuttirnar, tá ið hann loysti Samudeen Musah av.

Klokkan 14 verður fyrsta bríksl við Stórá, har TB hevur vitjan av KÍ, og Ken Fagerberg er aftur á beinkinum. Miðverjin Poul Ingason er so mikið skaðadarvaður, at hann als ikki er á listanum hjá TB.

Hjá KÍ eru bæði liðformaðurin Jákup B. Andreasen og álopsspælarin Páll A. Klettskarð millum teir fyrstu ellivu. Teir vóru báðir skiftir inn síðsta leygardag.

 

Beinleiðis frásøgn

https://www.in.fo/matches/?

 

TB – KÍ kl. 14.00

Dómari: Eiler Rasmussen

TB:  Frederik Mehder – Jens Erik Bruun, Musah Armah, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner – John Villi Wøldike Leo, Rógvi Joensen, Dánjal Godtfred– Mads Raben, Samudeen Musah

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Ole Erik Midtskogen, Páll A. Klettskarð