KÍ hevur í dag vunnið 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Hálvleiksstøðan vara 2-0.
Fyrstu løtuna var tað grovur kavaælingur, men sum tíðin leið, varð veðrið alt betri, og at enda var tað sólskin í snjóhvítum karmi.
Sum altíð so legði heimaliðið sera ágangandi fyri, men tað eydnaðist ikki aat umseta góðar málmøguleikar til mál, og eina løtu var EB/Streymur í fleiri góðum støðum.
Eftir lítlari løtu stutt undan steðginum skoraði KÍ tvey mál, og í báðum førum var spælið hjá málverjanum ikki so sannførandi. Í fyrra førinum var hann ov seinur, og so taklaði Páll A. Klettskarð bóltin í málið, og í seinna førinum smekkaði Árni Frederiksberg til úr 30 metrum, og bólturin dalaði í bleytum boga omanfyri málverjan og í málið.
Tá ið ein tími var farin, staðfesti Páll A. Klettskarð 3-0 sigurin. Uppleggið átti Ivar Sollie Rønning, sum fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ.
Tað var stórur fagnaður í góðveðrinum, tá ið Páll A. Klettskarð skoraði fyrra málið, tí nú er hann besti málskjútti hjá KÍ nakrantíð. Eftir dagsins dyst hevur hann skorað 127 mál. Gamla metið – við 125 málum – átti Kurt Mørkøre.
Í fyrra hálvleiki hevði EB/Streymur onkrar góðar støður, eitt nú Gutti Dahl-Olsen, sum var fremsti maður, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Í verjuni var tað saknur í liðformanninum Andras Ó. Olsen, sum plagar at vera álitið í miðverjuni. Í dag var hann ikki við, tí hann er skaddur.
KÍ hevur 12 stig fyri fýra dystir, og málmunurin er 14-0.
EB/Streymur hevur tvey stig, og málmunurin hjá EB/Streymi er 1-7.
KÍ – EB/Streymur 3-0 (2-0)
1-0: Páll A. Klettskarð 36.
2-0: Árni Frederiksberg 39.
3-0: Páll A. Klettskarð 59.
Dómari: Rúni Gaardbo
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck, Lars Daniel Bjørkman – Árni Frederiksberg, Jákup B. Andreasen, Ivar Sollie Rønning, Boris Dosljak – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Ári Arge – Elias Moustage, Ragnar Danielsen – Ronnie Møller Iversen, Hjalti K. Djurhuus, Símun Sólheim – n - Gutti Dahl-Olsen