Páll er hvørki egoistur ella psykopatur

– Nei, Páll á Reynatúgvu er hvørki egoistur ella psykopatur.

Tað segði Annita á Fríðriksmørk við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld.

Tað var annars tað, hon segði á eini upptøku frá flokstinginum hjá Tjóðveldinum í Hovi um vikuskiftið. Tað vísti seg, at tey í Tjóðveldi hava latið stroymingina staðið frá allan dagin. Eisini tá steðgur var, og síðani er allur fundurin lagdur út á netið.

##med2##

Og onkur, sum hevur lurtað væl eftir upptøkinum, hevur funnið brotið, har Annita á Fríðriksmørk í samrøðu við onkran sigur um Páll á Reynatúgvu, at hann er egoistur og psykopatur. Hon nevnir, at hann hevur stillað upp til Fólkatingið fimm ferðir og bara fingið 100 og nakrar atkvøður. Og so kemur Magni Arge og fær yvir 1.000 atkvøður. Tað skal Páll á Reynaútvu ikki hava tolt. Síðani sigur hon, at Páll á Reynatúgvu hevur slettað flestu tingfólkini hjá Tjóðveldi sum vinir á Facebook – hann er bara vinur við Katrina Kallsberg.

Við útvarpið segði Annita á Fríðriksmørk, at hon hevði ringt til Páll á Reynatúgvu og givið honum eina treytaleysa umbering. Hon hevði eisini tosað við floksformannin um málið.

Um tað fær nakrar avleiðing fyri Annitu á Fríðriksmørk sum forkvinnu Tjóðveldis á tingi visti hon ikki at siga.

Sjálvt um Annita á Fríðriksmørk hoyrist týðuliga siga, at Páll á Reynatúgvu er egoistur og psykopatur, so segði hon við útvarpið, at tað er hann ikki.