Páll á Reynatúgvu er einsamalt valevni hjá Tjóðveldi í Sandoyar sýslu Sandoyar Tjóðveldisfelag hevði sín 2. og 3. uppstilingarfund í Virkinum á Sandi í gjárkvøldið.
Á fundinum var semja um at hava bara eitt valevni úr Sandoynni. Tvey uppskot vóru, Páll á Reynatúgvu og Elis Poulsen, men tá atkvøtt varð, fekk Páll á Reynatúgvu 43 atkvøður og Elis Poulsen 10.
Sostatt verður Páll á Reynatúgvu einasta valevni hjá Sandoyar Tjóðveldisfelag á listanum hjá Tjóðveldi til komandi løgtingsval.
Kelda: bkv.fo