Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur júst nú lagt broytingaruppskot fram, sum máar grundarlagið undan pensjónsuppskotinum hjá samgonguni.
Í dag viðgerð løgtingið uppskot um at broyta pensjónirnar við aðru viðgerð. Millum annað viðføra hesar broytingar á pensjónsøkinum, at pensjónsaldurin skal hækka so, at pensjónsaldurin framyvir er 68 ár. Men nú hevur Páll á Reynatúgvu, løgtingstingmaður fyri Tjóðveldi, lagt eitt broytingaruppskot fram.
Broytingaruppskotið hjá tingformanninum sigur, at pensjónsaldurin ikki skal hækka. Hetta má metast at vera ein bumba undir uppskotinum, tí hetta er avgerandi fyri fíggingina av teimum broytingum á pensjónsøkinum, sum samgongan hevur sagt seg vilja gera.
Hetta skrivaði Páll á Reynatúgvu í november mánaði í fjør um sama evni:
- Sum virkandi fysioterapeutur í nøkur ár, veit eg at vit eru ógvuliga ymiskt fyri, tá vit gerast eldri. Summi eru óslitin, og summi eru púra uppslitin. Og arbeiðir eru ymisk, og krevja ymiskt av okkum, segði Páll á Reynatúgvu á Facebook-vanga sínum í november í fjør.
– Sjálvur haldi eg, tað er nógv at vinna við at gera aldursmarkið meira liðiligt. Og tað havi eg fráboðað landsstýriskvinnunum á røttum stað, í tøkum tíma, skrivaði hann eisini.