Páll aftur í Klaksvík

Á KÍ gallaveitsluni, sum var leygarkvøldið, varð kunngjørt, at tað nú er greitt, at 21 ára gamli Páll A. Klettskarð næsta kappingarár fer at spæla við KÍ.

Páll Klettskarð, sum er partur av U-21 landsliðshópinum, er uppvaksin í KÍ, og sostatt fer hann nú aftur at spæla fyri barndómsfelagið.

Páll flutti fyri fýra árum síðani úr Klaksvík og til Danmarkar, har hann gekk í studentaskúla samstundis sum hann royndi eydnuna sum fótbóltsspælari.

Í fjør kom Páll aftur til Føroya, og tá fór hann at spæla við Víkingi. Páll hevur aftur í ár umboðað Víking, men tað hevur gingið striltið at sleppa fram at á besta liðnum, ikki minst tí skaðar hava plágað.

Sambært faroesoccer.com hevur Páll í ár tólv ferðir verið partur av besta liðnum hjá Víkingi í landskappingardystum, og hann hevur skorað tvey mál.

Í kvøld varð so fráboðað, at Páll A. Klettskarð nú aftur er KÍ spælari, og hesum tíðindunum fagnaði veitslufjøldin.