Páll Andrasson Klettskarð er nú komin til Breno í norðuritalia, har hann skal spæla fótbólt komandi hálva árið. Liðskiparin hjá KÍ følir, at hann hevur brúk fyri nýggjum avbjóðingum, og tí valdi hann at skifta til US Breno í Seriu 5 í Italia.
Les eisini: Eg kundi ikki siga "noy"
- Eg føldi, at eg sum persónur hevði brúk fyri nøkur nýggjum avboðingum. Eg havi havi tilboð, sum eru tættari upp á, men hetta ljóðaði so spennandi at eg vildi bara sleppa at royna hetta, sigur Páll A. Klettskarð og leggur afturat:
- Ein umboðsmaður setti seg í samband við. Tá var tað ikki júst hetta felagið, men nú vendi hann aftur og eg tók at fara til Breno. Fyrstu tíðina komi eg bara at spæla fótbólt, men talan er um eitt hálvtíðarfelag, sigur føroyski áleyparin, sum kann væntað sær spælitíð.
- US Breno brúkar nakað av tí sama sum KÍ, og spælistílurin er líkur. Teir mangla ein áleypara, so tað burdi passað væl. Hetta er fyribils í eitt hálvt ár, so fáa vig at síggja hvussu tað gongur, sigur Páll A. Klettskarð.
Á sinni, tá Rógvi Jacobsen skoraði tvær ferðir móti Italia, fekk hann eyðkenni “Il Carpentiere”, sum merkir timburmaðurin. Páll A. Klettskarð er eisini timburmaður, so hann má blíva Il Carpentiere tann annar.