Pólendingur til EB/Streym

Hósdagin kemur ein póllendskur spælari til EB/Streym at royna seg. Rafal Kwiecinsk er álopssinnaður spælari, og hann kann bæði spæla í álopinum og á miðvøllinum. Hann er 30 ára gamal og kemur í fyrstu syftu til EB/Streym fyri at vísa, hvør dugur er í honum. EB/Streymur hevði herfyri nigerianska álopsspælan Joseph Odogu til royndarvenjing, men einki spurdist burturúr tí.