Pílarnir peika rættan veg hjá HB

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá HB fegnast um góðu gongdina

Høvuðsvenjarin hjá HB, Jan Dam kundi fegnast um fimta sigurin á rað í effodeildini, tá HB fyrr í kvøld vann 4-1 á TB á ovara vølli í Gundadali í Havn. Hann staðfestir, at pílarnir peika rættan veg hjá HB, og Jan Dam hevur fingið ein jaligan trupuleika nú fleiri spælarar eru aftur tøkir aftaná skaðar, og nú kann heldur hann seg hava eins sterkan hóp, og kann tí møta KÍ komandi sunnudag við góðum fólki, bæði á vøllinum, og á beinkinum.

 

Um dystin ímóti TB í dag staðfestir Jan Dam, at tað var týdningarmikið, at málið til 2-0 kom tíðliga í seinna hálvleiki, so teir kundu fáa ró yvir feltið, og taka ein lutfalsliga tryggan sigur heim.

 

Nú síggja Jan Dam og hansara menn fram ímóti stóra klassikaranum komandi sunnudag, tá KÍ kemur á vitjan. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jan Dam beinleiðis á Rás2 aftaná 4-1 sigurin hjá HB ímóti TB.